27.08.2019 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Sendimaður tilnevndur í Keypmannahavn

Sendimaður tilnevndur í Keypmannahavn

Avgerð varð í juli tikin um at tilnevna Jóannes Vitalis Hansen sum sendimann í Keypmannahavn. Jóannes byrjar eftir ætlan 1. oktober 2019. Fyrstu tíðina verður fasti starvsstaðurin framhaldandi í Tórshavn, men treytað av neyðugari játtan, er ætlanin at hann fer til Keypmannahavnar við ársbyrjan 2020 at røkja sendimannastarvið burturav.

Jóannes Vitalis Hansen er 39 ára gamal og útbúgving í altjóða viðurskiftum og diplomati frá University of Aberystwyth og University of Nottingham. Hann hevur starvast í sløk 12 ár í uttanríkistænastuni. Árini 2011 til 2015 var Jóannes Vitalis Hansen sendimaður í London.