Setanarrøða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til ferðavinnudagin 2025

Til lukku!
Eg vil ynskja øllum tykkum, sum starvast í ferðavinnuni, - ja og okkum øllum, sum búgva her á landi, til lukku, nú ferðavinnan hevur rokkið einari milliard í umsetningi. Og til lukku og takk til Visit Faroe Islands, sum hevur stýrt snórabeint eftir milliardini, frá tí at felagið varð endurstovnað í 2012.
Ferðavinnan hevur verið í støðugari framgongd í mong ár – øll árini við áherðslu á at menna eina burðardygga ferðavinnu. Eina ferðavinnu sum ikki verður til hópferðavinnu, men eina vinnu, sum mennist í javnvág við fólk, samfelag og náttúru. Eina vinnu, sum gevur nýggjar fjølbroyttar starvsmøguleikar. Eina vinnu, sum dregur útheimin til okkara, og ger tað stuttligari hjá øllum teimum, sum tráa eftir tættari sambandi við aðrar mentanir og nýggj fólk - og ikki minst, eina vinnu, sum fær tað at bera til at virka og búgva í øllum landinum.
At menna eina lønandi ferðavinnu, sum skapar størri trivnað, er ein stór uppgáva. Úr útheiminum kenna vit mong dømi um lond og øki, sum kenna seg yvirrend av ferðavinnuni, Øki, sum føla seg fremmandagjørd og trokað burtur av ferðafólki. Øki, har sum náttúran verður gjørd til spælipláss hjá ferðafólkum, til hon er so spilt og slitin, at fólk ikki longur leggja í at vitja.
Hetta má ikki henda í Føroyum. Tað eri eg vís í, at vit øll eru samd um. Tí er neyðugt við kørmum, ið skipa ferðavinnuna. Kørmum, sum tryggja, at umhvørvisliga, búskaparliga og sosiala burðardygdin verður sett fremst, tá ið virkisfús fólk gera nýggj ferðavinnutilboð.
Hetta er eisini endamálið við lógini um burðardygga ferðavinnu, sum nú er í gildi, og sum vit nú í felag skulu fáa at virka. Ein av týdningarmestu táttunum í lógini er, at kommunur, saman við heimafólki, bóndum og øðrum viðkomandi pørtum, gera ætlanir fyri ferðavinnuni á staðnum. Eg fari at dvølja við hesar ætlanirnar eina løtu, tí eg haldi, at tær kunnu verða lykilin til at tryggja øllum ávirkan á, hvussu ferðavinnan mennist í okkara landi.
Kommunurnar hava ábyrgd av at standa fyri arbeiðinum og av at tryggja, at allir partar eru við til at gera ætlanina. Eitt býar- ella bygdaráð kann ikki einsamalt gera ferðavinnuætlanina. Býar- ella bygdaráðið kann heldur ikki biðja eina ráðgevingarfyritøku gera hana fyri seg. Íbúgvarnir á staðnum og tey, sum varða av jørðini, skulu verða við til at gera ætlan fyri, hvussu ferðavinnan verður skipað í teirra øki. Men sjálvandi kunnu kommunur fáa sær uttanhýsis hjálp til tilgongdina, um tær meta, at tørvur er á tí.
Visit Faroe Islands og Uttanríkis- og vinnumálaráðið vilja fegin hjálpa kommununum at skipa og at samskipa arbeiðið, so at vit fáa ætlanir fyri alt landið, sum taka atlit at serligu umstøðunum á hvørjum plássi, men sum kortini hanga saman og eru lættar at fylgja.
Eg vænti, at tilgongdin fer at fáa partarnar at tosa nógv meira saman um, hvat ið tey vilja við ferðavinnuni. Burtur úr hesum arbeiðinum vænti eg, at vit fara at síggja heilt nýggj og spennandi tilboð, sum hóska til júst ta kommununa, ta bygdina og ta náttúruna, sum ætlanin fevnir um.
Tað er kanska ikki vanligt at tosa so nógv um eitt einstakt mál í einari setanarrøðu, men eg geri tað kortini, tí hetta er so týdningarmikil partur av at skapa eina ferðavinnu, sum er bæði umhvørvisliga, sosialt og búskaparliga burðardygg.
Tað eru nógvir aðrir møguleikar og nógvar aðrar avbjóðingar, sum eg kundi nevnt, og sum fara at verða tikin upp í næstum. Eitt nú eru vit farin undir at gera reglur fyri stutttíðarleigu og heimablídni.
Hesar eru báðar á mangan hátt frálíkar skipanir, tí tær gera, at ein stórur partur av fólkinum hevur møguleika fyri at taka lut í ferðavinnuni, um - og tá - tey sjálv vilja. Tá ið skipanirnar rigga væl, eru tær eisini burðardyggar. Tær brúka bygningar og umstøður, sum longu eru til, heima hjá fólki og í samljóði við nærumhvørvið, men nú eru vit byrjað at fáa somu avbjóðingar, sum tey stríðast við í nógvum øðrum londum, har stutttíðarleigumál taka yvir bústaðir og heilar býarpartar. Vanlig fólk kunnu ikki longur finna sær bústað fyri rímiligan prís, hvørki at leiga ella at keypa, tí tað loysir seg so nógv betur at leiga út til ferðafólk. Ja, Løgtingið hevur júst samtykt eykajáttan til at hýsa flóttafólkum, sum mugu flyta úr sínum íbúðum, tí tær skulu brúkast til ferðavinnu. Tá er tað ikki longur burðardygt, og hetta mugu vit gera nakað við.
Ferðavinna snýr seg um menniskju. Um samband millum menniskju, um tryggleikan hjá fólki, sum ferðast, og um trivnaðin hjá teimum, sum búgva har, sum ferðafólkini koma. Ferðavinnan er bara í javnvág við samfelagið, um landsins íbúgvar taka undir við henni, og um teir kunnu góðtaka og helst fegnast um avleiðingarnar, sum ferðavinnan hevur við sær.
Um hetta er aðalmálið hjá øllum, sum virka fyri føroysku ferðavinnuna, og um vit øll hava burðardygd fremst í huga, tá ið vit evna ferðavinnuna til, so kunnu vit varðveita og menna eina ferðavinnu í heimsflokki. Tá verða vit altíð eitt land sum er gott, vinarligt og forkunnugt at vitja, og tá ivist eg ikki í, at umsetningurin í ferðavinnuni skjótt veksur upp í hálva aðru milliard.
Takk fyri.