30.09.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Setrið uppraðfest á FLU 2022 – nýggj masterútbúgving í dátuvísindum og eyka flokkur av sjúkrarøktarfrøðilesandi

Setrið uppraðfest á FLU 2022 – nýggj masterútbúgving í dátuvísindum og eyka flokkur av sjúkrarøktarfrøðilesandi

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 verður játtanin til Fróðskaparsetur Føroya uppraðfest og hækkað við 7 mió. kr. Økta játtanin skal nýtast til at seta á stovn útbúgvingina Master í Dátuvísindum og til at taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðilesandi.

Menningin innan KT og talgilding gongur við tí rúkandi ferð. Tí alneyðugt at styrkja um KT útbúgvingarnar í Føroyum, fyri at nøkta tørvin á kvalifiseraðum KT fólki, bæði í vinnuni og hjá tí almenna, og fyri styrkja okkara kappingarføri sum samfelag.
Jenis av Rana landsstýrismaður

Tørvur á at styrkja KT útbúgvingar í Føroyum
Tørvurin á KT fólki er støðugt vaksandi í Føroyum, og eitt nú KT-felagið hevur víst á tørvin á at útbúgva fleiri KT fólk á bachelor og master stigi.

Økta játtanin til Fróðskaparsetrið skal nýtast til at fyrireika og seta á stovn útbúgvingina Master í Dátuvísindum. Ætlandi byrja fyrstu masterlesandi í dátuvísindum í seinasta lagi 2023.

Í 2022 byrjar aftur ein flokkur av bachelorlesandi í KT-verkfrøði, og ætlanin er, at Fróðskaparsetrið á hvørjum árið skal taka upp ein flokk av bachelorlesandi í KT-verkfrøði.

”Tað er umráðandi at politiska skipanin hevur ein munagóðan útbúgvingarpolitikk, sum tekur hædd fyri tørvunum hjá okkara samfelag,” sigur Jenis av Rana landsstýrismaður. “Menningin innan KT og talgilding gongur við tí rúkandi ferð. Tí er alneyðugt at styrkja um KT útbúgvingarnar í Føroyum, fyri at nøkta tørvin á kvalifiseraðum KT fólki, bæði í vinnuni og hjá tí almenna, og fyri at styrkja okkara kappingarføri sum samfelag.”

Tørvur á fleiri fakfólki innan vælferðarøkini
Búskaparráðið hevur í kanning víst á, at komandi 10 árini fer tørvurin á fakfólki innan vælferðarøkini at vaksa nógv, eitt nú innan heilsuøki og eldrarøktina. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tí tikið avgerð um at uppraðfesta at útbúgva fleiri innan hesi øki.

Økta játtanin til Fróðskaparsetrið skal tí eisini nýtast til at taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðilesandi, so tað longu frá 2022 verða tiknir upp tveir flokkar, og málið er at taka upp tveir flokkar á hvørjum ári.

Somuleiðis verður játtanin til Miðnám í Suðuroy hækkað, so møguleiki verður taka inn tvær ferðir árliga til heilsurøktaraútbúgvingina á Heilsuskúlanum í Suðuroy.

Útbúgvingarnar av heilsuhjálparum og námsfrøðingum verða nærri útgreinaðar, sum liður í ætlanunum at útbúgva fleiri innan hesi øki.

“Tað er eyðsæð, at neyðugt er at útbúgva fleiri fakfólk til vælferðarøkini komandi árini, um vit skulu varðveita eitt gott tænastustøði, og at vit beinanvegin taka neyðug stig,” sigur Jenis av Rana landsstýrismaður.