19.10.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, luttikið á Arctic Circle Assembly 2025

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, luttikið á Arctic Circle Assembly 2025
1 / 7

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, hevur seinastu dagarnar luttikið á Arctic Circle Assembly 2025 í Reykjavík. Skráin hevur verið fjølbroytt við tiltøkum, pallborðum og fundum á ráðharrastigi, har týdningarmikil mál hava verið til viðgerðar.

Á ráðharrastigi hava millum annað verið tví- og tríliðaðir fundir millum uttanríkisráðharrarnar í Útnorðri, har Vivian Motzfeldt, Thorgerður Katrín Gunnarsdóttir og Sirið Stenberg hava umrøtt felags avbjóðingar og samstarvsmøguleikar í Útnorðri, og hvussu samstarvið kann styrkjast frameftir. Harafturat hevur landsstýriskvinnan hitt íslendska vinnumálaráðharran, Honnu Katrín Friðriksson, grønlendska vinnumálráðharran, Naaja Nathanielsen, umboð fyri Arctic Circle, Ólafur Ragnar Grímsson og Katrín Jacobsdóttir, umframt onnur.

Landsstýriskvinnan setti somuleiðis eitt tiltak hjá formansskapinum í Arktiska Ráðnum, sum Føroyar eru partur av, við heitinum Strengthening Youth-Led Engagement Across the Arctic Region, ið snúði seg um at styrkja ungdómsluttøku í ráðnum. Í røðu síni vísti landsstýriskvinnan á, at neyðugt er at tryggja, at sjónarmiðini hjá ungum ikki bara verða hoyrd, men eisini tikin við, tá avgerðir verða tiknar.

Luttikið varð eisini á embætismannastigi á fundum við hini limalondini fyri at viðgera arktisk mál sum umhvørvi og vísinda samstarv. Sum umboðandi varaformansskapin í Arktiska Ráðnum varð luttikið á fundum við limalond, eygleiðarar og onnur í arktiska samstarvinum, har evni vórðu umrødd við støði í formansskránni. Havið er eitt av fimm kjarnuøkjum, har Føroyar hava serligan leiklut í Arktiska Ráðnum. Tískil verða tvær týdningarmiklar ráðstevnur í Føroyum í mai og juni í næsta ár; ein havráðstevna og ein ráðstevna um tilbúgving á sjónum.

Leygarkvøldið vóru Føroyar saman við Grønlandi og Danmark vertir fyri stórari endamóttøku í Hørpu fyri øllum luttakarunum á Arctic Circle ráðstevnuni, har millum annað Byrta framførdi nøkur løg, og borðreitt varð við føroyskum laksi og drykkivørum.

Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.