19.10.2017 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Sjóvinnustýrið fær nýtt sæti í Vágum

Sjóvinnustýrið fær nýtt sæti í Vágum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fer nú at bera tinginum uppskot um verklagslóg at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan bygning. Í 2002 varð avgjørt, at Sjóvinnustýrið skal halda til í Vágum, har stovnurin seinastu 15 árini hevur húsast til leigu.

Ein kanning hevur staðfest, at í Vágum eru eingi hóskandi høli, sum kunnu hýsa Sjóvinnustýrinum. Tí er avgerð tikin um at byggja stovninum ein nýggjan og tíðarhóskandi bygning, ið sambært uppskotinum til verklagslóg ikki skal kosta meira enn 13,7 mió.

“Vit eru ein siglandi tjóð, og Sjóvinnustýrið er ein lyklastovnur fyri bæði samfelag og vinnu í Føroyum. Tí fegnist eg um, at vit nú gera raðfestingar, ið tryggja Sjóvinnustýrinum góðar arbeiðskarmar í framtíðini. Samstundis sleppa vit undan leiguútreiðslum, tá bygningurin verður liðugur,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Í fjør mátti Sjóvinnustýrið flyta úr Miðvági, tí bygningurin ikki leyk neyðug myndugleikakrøv. Síðani hevur Sjóvinnustýrið húsast í einum fyribilshølum við flogvøllin í Sørvági. Fyribilshølini vórðu upprunaliga ikki ætlað til skrivstovur, og rúma harafturat ikki fullvæl virkseminum hjá Sjóvinnustýrinum.

“Inntil nýggi bygningurin er liðugur mugu vit taka hølistruplleikarnar hjá Sjóvinnustýrinum í fullum álvara. Fæst eingin onnur loysn á átrokandi hølistrupulleikunum, eri eg sinnaður fyribils at lata Sjóvinnustýrið flyta úr Vágum. Gerst tað neyðugt, verður avgerðin galdandi til nýggi bygningurin í Vágum er liðugur á heysti í 2019,” sigur Poul Michelsen.