18.12.2020 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Sleppir ætlanini um forboð fyri at ferðast við hundi og kettu

Tað verður ikki á hesum sinni, at forboð verður sett fyri at ferðast við hundi og kettu. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur slept ætlanini um at seta forboð fyri at ferðast við hundi og kettu. ístaðin verða onnur stig tikin, ið skulu forða fyri smittandi djórasjúkum.

- Eg havi tikið mongu hoyringarsvarini til eftirtektar og ætli at leggja munandi størri dent á at fyribyrgja sjúkum við koppsetingum og viðgerðum, eins og skjalaeftirlitið verður strangari, sigur landsstýrismaðurin.

- Mett verður, at tað við hesum fer at bera til varðveita góðu djóraheilsustøðuna í Føroyum, sigur hann.

Tað var í fjør at farið varð undir at endurskoða reglurnar í sambandi við innflutning og ferðing við hundum og kettum. Endamálið var at tryggja, at góða djórasjúkustøðan í Føroyum verður varðveitt, eins og fyrisitingin skuldi gerast einfaldari fyri bæði borgarar og myndugleikar.

Ferðamynstrið er broytt

- Søguliga hevur innflutningurin av hundum og kettum verið lítil og eingin, og tí eru fleiri djórasjúkur, sum eru vanligar aðrastaðni, ikki at finna í Føroyum. Men seinnu árini er ferðamynstrið munandi broytt, og tí er neyðugt at broyta reglurnar um innflutning av djórum, sigur Helgi Abrahamsen.

- Djórini koma úr alt meira fjarskotnum londum, eisini úr londum við ivasamari ella vánaligari djóraheilsustøðu, sigur hann.

Landsstýrismaðurin ásannar, at besti mátin at byrgja fyri djórasjúkum er at seta fullkomið bann fyri at flyta inn hund og kettu. Hann heldur tað tó vera umráðandi at hava fyrilit fyri teimum, sum búgva í Føroyum, og sum vilja ferðast við húsdjórunum. Í hoyringarsvarum hava fleiri feløg og einstaklingar gjørt vart við hesi viðurskifti, og tí er upprunaliga ætlanin um at seta bann fyri at ferðast við hundi og kettu slept.

- Koppseting og fyribyrgjandi viðgerð verja í ávísan mun fyri, at djórini bera smittu við sær til Føroya, hóast talan ikki er um fullkomna vernd, sigur landsstýrismaðurin.

- Harumframt verða innflutningsloyvi ella ferðaloyvi kannað, áðrenn djórið fer úr upprunalandinum, fyri í mest møguligan mun at tryggja, at hundar og kettur ikki koma til Føroya uttan at vera koppsett, sigur hann. Er alt ikki í lagi, tá ið eitt djór kemur til Føroya úr útlondum, kann djórið verða sett í sóttarhald í eitt tíðarskeið, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.

Tá ið kunngerðin var til hoyringar, komu 15 hoyringarsvar inn. Nýggja kunngerðin kemur væntandi í gildi tann 1. juli 2021.