19.08.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Starvslesandi í føroysku sendistovunum

Starvslesandi í føroysku sendistovunum

Søkt verður eftir starvslesandi til várhálvuna 2026.

Vilt tú verða starvslesandi (stagiaire) í Brússel, London, Keypmannahavn, Reykjavík, Washington D.C. ella Tel Aviv?

Uttanríkistænastan leitar eftir starvslesandi til føroysku sendistovurnar í Brússel, London, Keypmannahavn, Washington D.C., Reykjavík og Tel Aviv.

Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga virkseminum á eini sendistovu. Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligari bakgrund hjá viðkomandi og tørvi hjá sendistovuni.

Umsóknir, prógv, c.v. og viðmæli skulu sendast til Uttanríkistænastuna á uvmr@uvmr.fo.

Freistin at søkja er á middegi 5. september.

Sí meira her

Les meira um Sendistovur Føroya her.