16.09.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Starvsvenjing í landsstýrinum

Starvsvenjing í landsstýrinum

Eg eiti Luna, eg eri 15 ár, búgvi í Oyndarfirði, og gangi í 9. flokki í Runavíkar Kommunuskúla. Eg eri í starvsvenjing í landsstýrinum, og harímillum eri eg í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Nú havi eg verið starvsnæmingur her í eina viku, og havi eisini alla næstu viku afturat í landsstýrinum. Fyrr á árinum var eg tinglimur í ungdómstinginum, og tað var ein av grundunum, at eg valdi at fara í starvsvenjing her í landsstýrinum. Eg valdi eisini at fara her, tí eg havi stóran áhuga fyri politikki og lógum.

Eg søkti um at sleppa í starvsvenjing á Løgmansskrivstovuni, og fann seinni útav, at eg slapp at prøva at vera í fýra ymsum ráðum.

Teir fyrstu dagarnar var eg á Løgmansskrivstovuni. Har royndi eg alt møguligt spennandi. Eg slapp at hjálpa við at skriva eina røðu hjá løgmanni. Eg havi hoyrt um lógargongdina, og lært, hvat tey gera í lógartænastuni. Eisini havi eg hjálpt eitt sindur við at umseta revsilógina úr donskum til føroyskt.

Mikudagin byrjaði eg í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Eg byrjaði í Uttanríkistænastuni, har eg lærdi nógv ymsikt. Í gjár kom eg á Mentanardeildina, har lærdi eg, hvat tey gera har. Seinni fór eg inn á Útbúgvingardeildina, har eg lærdi um fólkaskúla- og dagstovnaøkið. Í morgun havi eg verið á deildarfundi hjá Útbúgvingardeildini, har eg fekk innlit í, hvussu fulltrúaarbeiði fer fram. Eg lærdi eisini, at tey gera nýggj mál fyri hvørt hálva ár. Aftaná fundin lærdi eg, hvussu útbúgvingarskipanin er uppbygt, og um fólk, ið hava føroyskt sum annað mál. Nú siti eg og skrivi hetta, og eg fari eisini at læra, hvussu eg skal leggja hetta út á heimasíðuna. Aftaná tað fari eg at læra eitt sindur um at verja persónsupplýsingar hjá dátuverndarfólkinum.

Áðrenn eg fór í starvsvenjing, væntaði eg, at eg kanska fór at sleppa at hyggja at, ímeðan onkur gjørdi okkurt skrivarbeiði, og gera kaffi fyri tað mesta. Men tað vísti seg slett ikki at vera so moðið, og eg eri sloppin at gera nógv ymiskt, sum eg ikki hevði væntað. Tað eri eg ordiliga glað fyri.

Í næstu viku byrji eg í Fíggjarmálaráðnum. Tá helvtin av vikuni er av, fari eg til Umhvørvis- og vinnumálaráðið. Eg havi lært nógv áhugavert seinastu vikuna, og gleði meg at læra meira í næstu viku. Eisini eri eg sera takksom fyri at sleppa at vera her í starvsvenjing, tí mær dámar ordiliga væl at vera her. Eg vil enda við at viðmæla øllum, sum hava áhuga fyri politikki og løgfrøði, at fara í starvsvenjing her.