28.01.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Starvsvenjing í miðfyrisitingini

Starvsvenjing í miðfyrisitingini

Eg eiti Victoria Mote, og eg búgvi í Haldórsvík, eg gangi í 9 flokki í Skúlanum við Streymin. Eg valdi at søkja at koma í starvsvenjing hjá Føroya Landsstýri, tí eg havi stóran áhuga fyri politikki og   arbeiðinum, ið liggur aftanfyri. Eg veit, at eg skal lesa okkurt innan politikk, men eg eri ikki heilt sikkur uppá hvat, so tí helt eg, at tað var eitt gott hugskot at fara í starvsvenjing hjá Føroya Landsstýri, tí so slapp eg at royna meg á ymiskum økjum. 

Fyrstu tveir dagarnar var eg í Fíggjarmálaráðnum, har tað var sera spennandi, og eg slapp á fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, og var tað sera ághugavert. Eg var eisini inni á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, har vísti Súsanna Nolsøe mær, hvat hon gjørdi og fortaldi mær, hvussu eitt arbeiðsfelag og tey avtala eina fasta løn. So var eg eisini á fundi um Strandfaraskip Landsins, tað var eisini mega spennandi. 

Síðani fór eg á Løgmanskrivstovuna, har mær dámdi sera væl. Har var eg á deildarfundi hjá Lógartænastuni, tað var eisini mega spennandi. So var eg eisini hjá Pól, deildarstjóra á Ritara- og stjórnartænastuni, og tað var so spennandi, og eg helt, at hansara arbeiði var mest ághugaverda starvið, og nakað, eg hevði tímað at lisið til. 

Síðani fór eg á Uttanríkis- og mentamálaráðið, har eg millum annað fyrireikaði og helt eina framløgu á starvsfólkafundi um eina verkætlan, sum eg og mín flokkur og ein flokkur í Danmark hava haft, síðan skuldi eg skriva eitt tíðindaskriv. 

Tað mær dámdi best við at vera í starvsvenjing, var, at eg slapp við á landsstýrisfund og at sleppa at royna meg við ymiskum uppgávum frá Pól. Mær dámdi sera væl at vera í starvsvenjing hjá landsstýrinum sum heild, og viðmæli øðrum at fara í starvsvenjing her!