20.06.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stjørnufagnaður á PAZ

Stjørnufagnaður á PAZ
1 / 6

Á móttøku sum matstovan PAZ bjóðaði til, í sambandi við at Poul Andrias Ziska og matstovan hava fingið tvær Michelinstjørnur, og Føroyar aftur síggjast í heimsins matstovuatlasi, helt Sirið Stenberg, landsstýriskvinna røðu og segði millum annað:

“Góði Poul Andrias hjartaliga til lukku.

Tú hevur gjørt eitt ótrúligt bragd. At fáa tvær Michelinstjørnur, er fantastiskt, og at tað skuldi bera til, so beint eftir at matstovan er latin upp, ber boð um at matstovuheimurin hevur eyguni eftir tær, og at tey hava staðið klár og bíðað, at vita hvat tú nú fórt at finna upp á.

Poul Andrias, tú ert eitt strálandi dømi um, at tað ikki er fjarskotið at vaksa upp í Føroyum. At møguleikarnir eru ikki færri, hóast samfelagið er lítið, kanska tvørturímóti. Er man dugnaligur, arbeiðssamur, við dreymum og visjónum, og maktar man at gera dreymarnar til veruleika, so eru Føroyar kanska ein betri pallur enn allir aðrir.  

Í stuttum, Poul Andrias; tú ert ein verðinsmaður, aldur upp og virkandi í heimsins nalva. Tað verður ikki betur.

Tú ert eisini heppin. Tú hevur fingið tann framíhjárætt at læra og arbeiða hjá visjonerum kokkum og matstovueigarum. Hjá góðum fólki sum trúgva upp á føroyskar rávørur og føroyskar førleikar.

Tú hevur lært og virka í eini tíð, har norðurlendski køkurin hevur funnið seg sjálvan aftur. Eini tíð, har matstovur og fólk í norðurlondum hava fingið eyguni upp fyri okkara óvanliga góðu rávørur, á góðskuni í okkara siðbundna mati, og á søguna og sálina, sum maturin ber við sær.

Tú hevur megnað at seta alt hetta saman til títt persónliga verk. Stjørnukokkur hevur tú verið leingi, heilt bókstaviliga, men nú við tínari egnu matstovu og toymi.

Vegna Føroya landsstýri vil eg ynskja tær og tínum toymi hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum.”