21.01.2020 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Stjóri til Umhvørvisstovuna

Stjóri til Umhvørvisstovuna

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, hevur gjørt av at seta Sigurð í Jákupsstovu í starvið sum stjóri á Umhvørvisstovuni.

Sigurð í Jákupsstovu er 57 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari, sivilverkfrøðingur og hevur eina Ph.d. frá DTU. Sigurð í Jákupsstovu hevur starvsroyndir frá størvum bæði í Føroyum og útlondum. Somuleiðis hevur hann drúgvar leiðsluroyndir, m.a. sum stjóri á Jarðfeingi og sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Helgi Abramhamsen sigur í hesum sambandi: “Stórar avbjóðingar standa fyri framman innan fleiri av teimum málsøkjunum, sum Umhvørvisstovan tekur sær av. Eg kann eitt nú nevna veðurlagspolitikk og grøna orkuskiftið, og tí síggi eg fram til at samstarva við komandi stjóran, ið m.a. hevur holla vitan um orkumál.”

Sigurð í Jákupsstovu byrjar í starvinum tann 1. februar 2020.