21.04.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stórur áhugi í New York fyri føroyskari ull og klædnamerkjum

Stórur áhugi í New York fyri føroyskari ull og klædnamerkjum
1 / 16

Stórt tiltak við føroyskari sniðgeving, ull og binding var í Scandinavia House í New York um vikuskiftið við filmi, framløgum, pallborði, verkstovum og framsýning.

Karmur um tiltakið var heimildarfilmurin The Wool Islands um føroyskan seyð, ull, ullarvirking og tey klædnamerki, ið arbeiða við at sniðgeva pløgg úr føroyskari ull. Sissal Kristiansen er stigtakari til filmin, og hon hevur eisini samskipað tiltakið í Scandinavia House.

Á tiltakinum hugtóku Shisa Brand, Reka, Durita Thomsen, Einstakt, Steinum og Navia við framløgum um síni merki. Føroysku klædnamerkini høvdu hvør sína framløgu, har tey greiddu frá arbeiðinum við føroysku ullini, um hvussu siðbundu føroysku mynstrini verða sett í nýggjar samanhangir, um snið, um litir og góðsku á føroysku ullini, um binding og um burðardygd í framleiðsluliðunum.

"Móttøkan hevur verið heilt einastandandi her í New York, og áhugin fyri okkara vørum og fyri Føroyum er stórur. Í føroysku ullini hava vit eitt tilfeingi, eina felags søgu og siðvenju, ið er heilt serstøk, og sum er grundarlag undir okkara ymsu vørumerkjum."
Sissal Kristiansen, Shisa Brand.

Eftir framløgurnar var pallborð, ið Isabella Rossellini leiddi. Mong kenna helst Isabellu Rosselini sum sjónleikara og modell, men hon hevur eisini seyð og rekur garðin Mama Farm nakað uttan fyri New York.  Áhoyrararnir settu spurningar um føroyska seyðaslagið, um virking av ullini, um burðardygd í framleiðsluni, og fleiri vildu vita, hvar føroyska tógvið kundi keypast. Stórur áhugi var fyri serligu føroysku ullini, ið hevur tvey løg. Tað er ein avbjóðing at skilja broddin úr føroysku ullini, men tað er millum annað eisini hann, ið ger føroysku ullina so serstaka. Arbeitt verður við at finna loysnir, ið kunnu virka størri nøgdir av føroyskari ull.

Isabella Rosselini, sum upprunaliga er útbúgvin sniðgevi, greiddi frá arbeiðinum á garðinum, og um hvussu burðardygd er grundarlagið undir øllum virkseminum. Eisini vísti hon á, at tað er neyðugt at skilja, hvaðani klæðini stava, og hvussu tey verða framleidd. Hon var hugtikin av føroysku tilgongdini, har arbeitt verður við at fáa ein alt størri part av føroysku ullini til høldar og framleidda í Føroyum.

"Vit arbeiða við at menna burðardygga virking av ull og við at skipa okkum her í New York, og har kunnu vit læra nógv av tykkum í Føroyum, tí tit eru komin væl longri enn vit á økinum," segði Isabella Rossellini.

Føroysku fyritøkurnar høvdu eisini eitt úrval av vørum, ið varð sýnt fram, og stórur áhugi var fyri føroysku pløggunum.

Sunnudagin skipaði Navia fyri tveimum verkstovum, har fólk lærdi at binda føroysk bindingarmynstur og skóleistar.

"Tiltakið hevur verið framúr gott. Vit hava fingið sambond við handlar, ið vilja selja okkara vørur, og vit hava eisini selt tógv til felagið Kelbourne Woolens, ið umboðar Navia í Norðuramerika."
Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia.

Tiltøkini um føroyskt design, ull og binding eru partar av Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og Visit Faroe Islands skipa fyri í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House. Tiltøkini eru stuðlað av FarCargo, Atlantic Airways, Faroe Ship, Hiddenfjord, Betri Trygging, Føroya Tele, O.C. Joensen, Ocean Rainforest og Føroya Bjór.

Les meira um tiltakið á heimasíðuni www.thewoolislands.com

Myndir: Edwina Hay @arenotphotos og Almanna- og mentamálaráðið.