24.01.2020 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Stuðul av játtanini til viðarvøkstur

Stuðul av játtanini til viðarvøkstur

Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur eina játtan á 500 túsund kr., hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt at verja ímóti jarðarmáan.

Til ber hjá einstaklingum virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað sæst her. Reglugerðin sæst her.

Freistin at søkja um stuðul er 15. februar 2020.

Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Gongin 7,  100  Tórshavn ella til uvmr@uvmr.fo