12.09.2022 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Stuðul játtaður til tríggjar verkætlanir til menning á landbúnaðarøkinum

Stuðul játtaður til tríggjar verkætlanir til menning á landbúnaðarøkinum

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur játtað stuðul til at hagreiða ull, til nýggjan hátt at turka hoyggj og til frálærutilfar um grønmetisdyrking.

Felags fyri verkætlanirnar er, at allar stremba eftir burðardyggari gagnnýtslu av tilfeinginum, størri sjálvbjargni og fjølbroyttari framleiðslu úr landbúnaðarvørum. Verkætlanirnar skulu fremjast innan árslok 2023 í samstarvi við Búnaðarstovuna.

Barbara Vestergaard hevur fingið stuðul til verkætlan at menna skynsaman hátt at vaska, karða og spinna ta føroysku ullina. Jóhan Fagraklett hevur fingið stuðul til at menna eina luftturkiskipan til gras, og triðja játtanin er til frálærutilfar til grønmetisframleiðslu, sum Sigga Rasmussen skrivar, og Nám og Búnaðarstovan geva út.

Umsóknir vóru um tvær verkætlanir afturat, sum ikki fingu stuðul hesa ferð.

Ullarvask í Føroyum er ein fortreyt fyri at fáa ullina til høldar

Seinastu mongu árini hevur verið trupult at fáa føroysku ullina til høldar, og nógv ull fer tí fyri skeytið. Hetta er spell, tí føroyska ullin hevur framúr góðar eginleikar. Kortini er tað eisini ein sannroynd, at føroyska ullin ikki kann sammetast við aðra ull, har alingin miðvíst hevur arbeitt fram ímóti at fáa ull, ið er lættari at fáast við.

Í mótaheiminum er rákið, eins og á øðrum økjum, farið frá vørum, ið eru hópframleiddar langt burturi, til at arbeiða við slow fashion og burðardygd, sum gagnnýta tilfeingið í nærumhvørvinum. Henda verkætlanin hevur til endamáls at kanna, um tað á skynsaman hátt ber til at hagreiða og viðgera ullina soleiðis, at tað við tíðini fer at bera til at vaska, karða og spinna ta føroysku ullina. Við hesi verkætlan eigur eisini at verða kannað, um bøndur og onnur, sum hava seyð, kunnu fáa størri úrtøku úr síni landbúnaðarframleiðslu við at selja ull at vaska í Føroyum heldur enn at selja óvaskaða ull av landinum. Gongur royndin væl, ber til at fara undir at karða og spinna ull í Føroyum heldur enn at gera hetta uttanlands.

Landsstýrismaðurin hevur játtað 260.000 kr. til verkætlanina.

Meira føroyskt hoyggj

Til tess at gagnnýta til fulnar tað gras, sum bøurin gevur – og á tann hátt minka um nøgdina á innfluttum stráfóðri – er umráðandi at arbeiða við øðrvísi háttum at fáa grasið til høldar. Fá hava í dag stundir at sláa og turka gras sum fyrr, og serliga hjá teimum, sum hava smærri nøgdir av grasi og færri dýr, kann tað gera stóran mun fyri, hvussu nógv gras verður gagnnýtt. Eitt minni anlegg er hóskandi til tey flestu, sum fáast við gras, og hildið verður, at hetta kann vera við til at økja gagnnýtsluna av bøi, sum í ávísan mun stendur ósligin.

Verkætlanin hevur til endamáls at kanna, hvussu tað best ber til at brúka tróðurhita, blásarar og luft at turka gras inni, so úrslitið verður gott hoyggj.

Landsstýrismaðurin hevur játtað 100.000 kr. til verkætlanina.

Frálærutilfar til at menna grønmetisframleiðslu, bæði vinnuliga og til heimabrúk

At menna eina føroyska grønmetisframleiðslu, bæði vinnuliga og sum frítíðarvirksemi, verður mett at vera ein týðandi táttur í strembanini eftir at økja egnu framleiðslu okkara av grønmeti, sum – sammett við grannalondini – er sera lítil. Í umhvørvishøpi er eisini umráðandi at stuðla nærframleiðslu og stutt fluttum vørum.

Til tess at menna slíka framleiðslu er tørvur á dygdargóðum tilfari við støði í heimligum jørðildi, og stuðul er tí játtaður til at skriva og framleiða frálærutilfar um grønmetisdyrking í Føroyum. Frálærutilfarið verður væntandi givið út talgilt, so ein og hvør, ið hevur hug til at fara undir grønmetisframleiðslu, hevur atgongd til tilfarið. Talan er um verkætlan millum Nám, Búnaðarstovuna og Siggu Rasmussen, cand.hort., og Nám og Búnaðarstovan geva tilfarið út.

Landsstýrismaðurin hevur játtað kr. 565.000 kr. til verkætlanina.