18.11.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stuðul til grønmetisverkætlanir. Umsóknarfreistin longd til 7. desember

Stuðul til grønmetisverkætlanir. Umsóknarfreistin longd til 7. desember

Lýst verður eftir umsóknum til verkætlanir, ið kunnu skapa størri framleiðslu, vitan, menning og vøkstur á um føroyskt grønmeti.

Á játtanini til átøk at menna nýskapan og framleiðslu av føroyskum matvørum eru tilsamans 1.000.000 kr. at søkja til grønmetisverkætlanir (konta 6.33.2.17, undirkonta 03, í fíggjarlógini fyri 2025).

Verkætlanir, sum fáa stuðul av undirkontu 03, skulu hava til endamáls at økja framleiðsluna av og tilvitskuna um føroyskt grønmeti.

Framíhjárætt til stuðul hava:

  1. verkligar royndir og verkætlanir, sum vísa á nýggjar leiðir og skapa nýggja vitan til tess at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti, og
  2. ítøkiligar verkætlanir, har kommunur, skúlar, ellis- og røktarheim o.o., saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólki framleiða, upplýsa um og gera mat úr føroyskum grønmeti í gerandisdegnum, til undirvísing o.a.

Verkætlanirnar skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuni, og tær skulu verða framdar innan árslok í 2026.

Sí reglugerð um stuðul til landbúnaðarframleiðslu eftir undirkonto 03: her

Umsóknir skulu sendast Uttanríkis- og vinnumálaráðnum við telduposti á uvmr@uvmr.fo Umsóknarfreistin er 7. desember 2025.