03.10.2022 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Stuðul til niðurtøku av oljufýrum

Stuðul til niðurtøku av oljufýrum

Sum partur av verðurlagspolitikkinum, fer landsstýrið at stuðla niðurtøku og burturbeining av oljufýrum. 1,5 mió. kr. settar av í fíggjarlógaruppskotinum til hesa stuðulsskipan. Skipanin verður sett í verk í 2023

Endamálið er, at stuðulin til niðurtøku av oljufýrum, saman við mvg-afturbering til hitapumpur, skal skunda undir, at enn fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir. Tað verður Umhvørvisstovan, sum kemur at umsita stuðulsskipanina.

Í ár verður eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at banna oljufýrum í nýggjum húsum. Skotið verður upp,  at bannið verður galdandi frá 2024.