17.09.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Styrkja samstarvið við Kina

Styrkja samstarvið við Kina

Um vikuskiftið vitjaði ein sendinevnd frá handilsmálaráðnum í Kina Føroyar.

Endamálið við ferðini var at kunna seg um Føroyar, og hvussu til ber at styrkja búskaparligu bondini millum Kina og Føroyar. Hetta er fyrstu ferð, at sendinevnd úr kinesiska handilsmálaráðnum hevur verið í Føroyum.

Á fundi við Uttanríkis- og vinnumálaráðið varð greitt frá verandi handilssamstarvið við Kina og týdningin, Kina hevur fyri Føroyar.

“Kina er millum stóru keypararnar av føroyskum fiskavørum, og gerst ein alt meira spennandi marknaður fyri føroyskt vinnulív – eisini á øðrum økjum. Harafturat innflyta vit næstan nógv úr Kina, sum vit selja. Tí hevur gott handilssamstarv stóran týdning fyri Føroyar,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Eisini vitjaði sendinevndin Føroyar Tele, har tey fingu kunning um samstarvið við kinesiska tøknirisan Huawei um at menna digitala sendinetið í Føroyum, áðrenn leiðin gekk á Glyvrar, har Regin Jacobsen greiddi frá virkseminum hjá Bakkafrost, sum selur nógvan laks til Kina.