![Tíðindafundur um semju um tøkugjøld](https://landsstyri.cdn.fo/savn/jewnjgmv/alimynd.png?width=1024&height=576&bgcolor=fff&rmode=crop&format=jpg&s=JnMg9CQSV3s0a20tid2-zXsUxx0)
Boðið verður við hesum til tíðindafund um langtíðarsemju millum samgonguflokkarnar – Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn - og Sambandsflokkin um nýggja gjaldsskipan fyri alivinnuna.
Tíðindafundurin verður í Eysturstovu í Tinganesi í dag, 26. mars 2024, kl. 13:00.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, umboð fyri Sambandsflokkin og fyri samgonguflokkarnar leggja fram, og semjan verður undirskrivað.