26.01.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tíðindaskriv - Lóg um burðardygga ferðavinnu send til hoyringar

Tíðindaskriv - Lóg um burðardygga ferðavinnu send til hoyringar

Í mong ár hevur verið hvast alment orðaskifti og politiskt stríð um tað, ið hevur verið rópt “gongd í haga”. Hetta er íkomið av teimum avbjóðingum og møguleikum, sum ein vaksandi ferðavinna hevur við sær.

Ferðavinnan hevur stórar møguleikar við sær fyri búskap, inntøku, vinnu, arbeiðspláss, samferðslu og mentan og at menna okkara egna tilfeingi. Men ferðavinna um allan heim hevur somu avbjóðingar: Hon kann gerast ein altjóða stýrd hópvinna, ið leggur trýst á náttúruna, skerjir frælsi og rættindi hjá fólki og ger fólk til áskoðarar uttan veruliga ávirkan og avgerðarrætt.

Hóast hvast orðaskifti tykist stór semja vera um í Føroyum: At føroyingar hava rætt at ferðast og njóta náttúruna uttan gjøld ella avmarkingar. At ferðavinnan skal skipast so, at náttúran verður vard. At fólk á staðnum hava avgerðarrætt og kunnu skapa inntøkur og arbeiðspláss. At mentan, siðvenjur og aðrar vinnur kunnu mennast og ikki skerjast í sambandi við ferðavinnu. At landbúnaðurin fær nýggjar møguleikar í sambandi við ferðavinnu. At samferðslumøguleikar kunnu betrast. Og at undirstøðukervið verður skipað væl – og skyldur eru hjá øllum at halda reglur og ávísingar.

Tí er eftir samskifti og hoyringar við partar, ið varða av málinum, uppskot gjørt til lóg um burðardygga ferðavinnu, ið skal tryggja hesi endamál.

Endamálsorðing

Lógin hevur sum fyrstu grein hesa endamálsorðing:

  • 1. Ferðavinna skal í øllum lutum skipast á burðardyggum grundarlagi til tess at tryggja fólkaræði, frælsi, trivnað, inntøkur og vinnumøguleikar hjá fólkinum kring landið við at

1) verja náttúru, tilfeingi og siðvenju,

2) styrkja staðbundin samfeløg, mentan og mentanararv,

3) styrkja samstarv millum ferðavinnu og aðrar vinnur, og við at

4) kunna um, hvussu farast skal fram í náttúruni, og hvussu ferðavinnan er skipað.

Stk. 2. Reglur, fyriskipanir, avtalur o.a. framt eftir hesi løgtingslóg skulu miða eftir at røkka hesum málum.

Fýra høvuðstættir

Fyri at røkka málunum, er lógin bygd um fýra høvuðstættir:

  1. Øll ferðafólk (turistar) gjalda eitt náttúrugjald við komu til Føroya:
    • Hetta verður býtt (við tólum at telja, hvar ferðafólk eru í landinum) við:
    • 50% til kommunurnar, 25% til jarðareigarar/brúkarar og 25% til bygdina.
    • Øll verða upplýst um reglur og skyldur at kunna seg og halda reglurnar.

  1. Frælsi við ábyrgd og skyldum og lokalum fólkaræði:
  • Við teimum avmarkingum og skyldum, sum eru í lógini, er frítt at ferðast og njóta náttúrunna.
  • Kommunurnar skulu gera ferðavinnuætlan fyri sítt øki í samráð við heimafólkið og tey, ið reka landbúnaðarvirksemi.
  • Ferðavinnuætlanin skal áseta: Hvar kann gangast. Hvar kann ikki farast av trygdar- ella verndarávum. Hvar krevst ferðaleiðari, herundir lokalur ferðaleiðari. Um neyðugt er at avmarka tal av ferðafólki á ávísum leiðum og plássum, í tíðarskeiðum o.a. Ætlanirnar skulu góðkennast av landsstýrinum.
  • Kommunurnar fáa skyldu at halda bygdagøtur og halda/gera aðrar almennar gøtur, parkering, vesi og renovasjón, skelta o.s.fr.
  • Ongi gjaldsportur eru loyvd.
  1. Handilslig ferðavinna – skipaðir túrar fyri gjald:
  • Tá ið talan er um handilsliga ferðavinnu – har skipaðir túrar eru fyri gjald, er krav um avtalu við jarðareigarar/-brúkarar. Standardavtala minstakrav. Hetta gevur eisini møguleika at menna samstarvið millum ferðavinnu og landbúnaðin.
  1. Skyldur at halda reglur, upplýsa og kunna seg – og revsireglur:
  • Herundir ásetir lógin, hvussu fráboðast skal um fjallgongu, haruskjóting, náttúruverndartiltøk o.a., har fólk hava skyldu at kunna seg, nær ikki kann farast í ávísu plássini.

Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Uppskotið til lóg um ferðavinnu liggur til almenna hoyring til 22. februar, og kann lesast her