09.09.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tjóðleikhúsið hevur fingið skap

Tjóðleikhúsið hevur fingið skap
1 / 5

Í dag, 9. septembur, varð vinnarin av arkitektakappingini um nýtt Tjóðleikhús avdúkaður. Tað eru MAP arkitektar, sum hava sniðgivið vinnandi uppskotið við heitinum Tjóðleikhús.

Dómsnevndin varð á einum máli um, at hetta uppskot skaraði framúr á øllum givnum økjum:

  • Arkitektonisk hugsjón
  • Funktionalitetur
  • Samspæl við nærumhvørvið
  • Byggibæri, heildarkostnað og umhvørvisatlit”

Dómsnevndin skrivar, millum annað, soleiðis um uppskotið:

“Verkætlanin er vald sum einasti vinnari í kappingini, tí at hon lyftir seg upp um hini uppskotini á øllum týdningarmiklum parametrum í dómsviðgerðini. Uppskotssetararnir hava við einum djørvum, treystum og samstundis spølnum høvuðsbragdi víst sína ætlan, sum dómsnevndin heldur fer at passa væl inn í tann torgreidda býarliga og býarlandslagsliga samanhangin og eisini fer at trína fram sum Føroya nýggi mentanardepil.

Húsið trínur fram sum ein nýggj heild, sum við sínari organisku grundarflatmynd hóskar væl saman við Skansanum og við sínari snotiligu terassubygging bæði savnar bygningsins partar til eina heild og ger heildarmyndina áhugaverda og lætta í samanhanginum. Húsið er samstundis sermerkt, glæsiligt og eyðmjúkt. Ein sera týdningarmikil og innbygdur partur av húsinum er sloyfan: ein gøta snýr sær eina ferð rundan um tann næstan runda bygningin og palltornið og rennur longur eftir Havnargøtu til Skansan og ger soleiðis ein nýggjan, sjálvsagdan spákingartúr í hesum parti av Havnini og letur havnarøkið upp við tess sambandi við havið og sjónarringin.

Á fyrimyndarligan hátt nýta uppskotssetararnir sannførandi snild, tá ið sundurbýting av virksemi og innanhýsis samanspæl verður gjørt. Bæði fyri framman leiktjøldini og handan leiktjøldini.”

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, handaði virðislønirnar.

Fyriuttan fyrstu virðisløn, vóru tríggjar triðju virðislønir handaðir.

Hesar vóru:

  • Kontrast, byggilist og byggifrøði, saman við Schmidt/Hammer/Lassen/Architects/ og H+, fyri uppskotið Tjóðpallur Føroya
  • Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f, saman við White Arkitektar, Stockholm, fyri uppskotið, Leikhúsið við heimsins enda
  • Zeta/Brim arkitektar, fyri uppskotið, Rípan

Møguleiki verður hjá almenninginum at síggja innkomnu uppskotini í Mullers Pakkhúsi, Sigmundargøta 21, fríggjadagin 9. septembur frá kl. 15 - 17. Eisini er opið leygardagin 10. septembur kl. 13 - 17 og mánadag 12. til mikudag 14. septembur kl. 13 - 17.

Dómsnevndarálitið kann lesast her.

Myndir: Til ber at blaða í myndunum - á tí eini myndini eru vinnararnir