06.05.2022 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Uppskot til kunngerð um burturkast til hoyringar

Uppskotið ásetur, hvussu innsavning og móttøka av burturkasti skal skipast, og eftir hvørjum leisti kommunur skulu áseta reglur fyri, hvussu borgarar og vinna skulu skilja burturkast í sambandi við innsavning ella avhendan til móttøkustøð.

Tað nýggja við hesi kunngerðini í mun til galdandi kunngerð er, at hon setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til meira endurnýtslu og endurvinning av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu, við tí at kunngerðin ásetur, at kommunurnar skulu handfara burturkast sambært fylgjandi raðfesting:

  1. endurnýta,
  2. endurvinna,
  3. gagnnýta á annan hátt,
  4. beina burtur.

Kommunan kann einans víkja frá raðfestingini, um tað er umhvørvisliga grundað.

Ein annar høvuðstáttur í kunngerðini er, at land og kommunur skulu í samráð gera eina landsætlan fyri burturkast, og henni á baki eina kommunala ætlan fyri burturkast, sum skal seta landsætlanina í verk. Ætlanirnar skulu galda í 10 ár, men broytingar kunnu gerast í gildistíðini, um tørvur er á tí.

Kunngerðin hevur nøkur minstukrøv um tal av bólkum, sum burturkast skal skiljast í, men tað verður í landsætlanini, at handfaringin av burturkasti verður neyvt lýst, og tað er við støði í landsætlanini, at kommunurnar áseta reglur fyri, hvussu borgarar og vinna skulu avhenda burturkast til innsavningarskipanina ella til tey kommunalu móttøkuplássini.

Uppskotið kann lesast her