18.03.2022 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd

Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd

Uppskotið til nýggja náttúruverndarlóg er ein liður í at fremja ST-sáttmálan um lívmargfeldi í føroyskari lóggávu.

Endamálið er at røkja lív-, landslags- og jarðfrøðimargfeldið umframt tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í føroysku náttúruni. Náttúran skal røkjast og verjast bæði fyri seg sjálva og sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki.

Uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing hongur saman við uppskotinum til náttúruverndarlóg. Við nýggju náttúruverndarlógini verður myndugleikaøkið náttúruvernd, sum higartil hevur ligið hjá friðingarnevndunum í sýslunum og yvirfriðingarnevndini, skipað undir landsstýrismanninum, og tí verða friðingarheimildirnar í náttúrufriðingarlógini strikaðar.

Eftir í náttúrufriðingarlógini verða ásetingar um loyvi til bygging, vegagerð o.a. í ávísum økjum. Hesar ásetingarnar verða ikki mettar at hóska saman við evnisøkinum fyri nýggju náttúruverndarlógina.

Friðingarnevndirnar og yvirfriðingarnevndin verða framvegis myndugleikar eftir náttúrufriðingarlógini. Av tí at nógv tey flestu málini hjá friðingarnevndunum snúgva seg um hesar ásetingarnar, verður lógarbroytingin ikki mett at ávirka virksemið hjá friðingarnevndunum stórvegis.

Uppskotið til náttúruverndarlóg dagførir og fjøltáttar alt regluverkið um vernd av dýra- og plantusløgum og økisvernd og útvegar heimildir til at basa hóttanini frá fremmandum lívverum.

Tað verður landsstýrismaðurin, sum við kunngerð skal kunna seta verndartiltøk í verk, og ein faklig fyrisiting undir landsstýrismanninum, sum skal skipa og sita fyri verndini í verki.