19.01.2022 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Uppskot til Løgtingslóg um stuðul til ávísar fyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 til hoyringar

Skotið verður upp at seta í verk eina stuðulsskipan fyri fyritøkur, sum reka diskoteks- og vertshúsvirksemi, ið er skipað eftir sama leisti sum stuðulsskipanin í hinum hjálparpakkunum, men tó við ávísum broytingum og tillagingum, undir hesum í mun til, hvussu stuðulin verður gjørdur upp.

Hoyringarfreistin er hósdagin 20. januar 2022 kl. 12:00.

Uppskotið kann lesast her