07.05.2019 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Útlendingamál á føroyskar hendur

Útlendingamál á føroyskar hendur

Løgtingið hevur nú samtykt broytingarnar í útlendingalógini, sum skulu til fyri at Útlendingastovan frameftir kann umsita og taka avgerðir í málum um familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi, uppihaldsloyvi fyri lesandi o.a. Av tí at talan er um felagsmál, skulu broytingar eisini gerast í donsku útlendingalógini.

Tá broytingin kemur í gildi, fara føroyskir myndugleikar at taka avgerðir í:

1) málum um uppihaldsloyvi til útlendingar, sum áður hava havt danskan heimarætt,

2) málum, har útlendingar søkja um uppihaldsloyvi, grundað á tilknýti til familju, undir hesum hjúnafelaga ella samlivandi (familjusamanføring),

3) málum um uppihaldsloyvi, grundað á arbeiðs - ella vinnulig atlit í Føroyum (arbeiðsmál),

4) málum um uppihaldsloyvi til útlendingar, sum kunngera ein átrúnaðarligan boðskap, lesandi, ella viðvíkjandi starvsvenjingar - ella au pair - uppihaldi í Føroyum, og

5) málum um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familjulimur til persónar, sum hava fingið uppihaldsloyvi í Føroyum sum lesandi ella grundað á arbeiði.

Talan er um eitt týðandi stig á leiðini móti eini fullfíggjaðari yvirtøku av málsøkinum, við tað at føroyskir myndugleikar komandi tíðina fara at byggja upp førleikan at taka avgerðir í málum á útlendingaøkinum. Eisini verður tað mett at vera ein fyrimunur fyri persónar, sum søkja um uppihaldsloyvi, at avgerðirnar fram eftir verða tiknar av føroyskum myndugleikum.