31.08.2020 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Útoyggjastuðul 2020

Útoyggjastuðul 2020

26 umsóknir fingu játtað stuðul til útoyggjamenning. Tá freistin at søkja um stuðul var farin í vár, hevði Umhvørvis- og vinnumálaráðið fingið 31 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning fyri 4,2 mió. kr. Í fjør komu 31 umsóknir fyri 4,1 mió. kr.

Útoyggjastuðulin í ár er 1.100.000 kr.

Hesar verkætlanir hava fingið stuðul:

  • Útoyggjafelagið 260 tús. kr.
  • Umvæla høli at fletta í – framhald Hattarvík 25 tús. kr
  • Umvæling av vegginum "á Vegginum" á Kirkju 40 tús.kr.
  • Bakkabrúgvin á Kirkju 30 tús.kr.
  • Bakkalon í Hattarvík – framhald 30 tús.kr.
  • Vakstrarhús til grønmeti og urtir í Hattarvík 100 tús.kr.
  • KER-LON – byggja tvey neyst uppaftur í Hattarvík 15 tús.kr.
  • Myndir og staðarnøvn á útoyggj – framhald 25 tús.kr.
  • Kafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy 25 tús.kr.
  • Felagið Bjarnafossur, bátasavn í Svínoy. – framhald 35 tús.kr.
  • Tróndarstova, orku- og aquaponics vakstrarhús í Svínoy – framhald 50 tús.kr.
  • Torvhús í Svínoy – framhald 25 tús.kr.
  • Upplivingarsetur í Svínoy – framhald 25 tús.kr.
  • Sláturhølið, Svínoy 25 tús.kr.
  • Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy 45 tús.kr.
  • Ístandsetan av bygdarhúsinum á Húsum 30 tús.kr.
  • Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali K 35 tús.kr.
  • Kaffihús í Mikladali – framhald 30 tús.kr.
  • Søla av heimaframleiddari vøru til ferðavinnu 25 tús.kr.
  • Móttøka, slátur og virðisøking av sláttri, Mikladali 25 tús.kr.
  • Broyta gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi – framhald 25 tús.kr.
  • Fjós og sláturhús í Mykinesi, Eyðansstovugarður – framhald 50 tús. kr.
  • Krana at landa fisk o.a. í Hesti 50 tús.kr.
  • Broyta neytafjós í Hesti til slátur- og seyðahús – framhald 25 tús.kr.
  • Kølirúm til goymslu og góðsking av ymsum matvørum í Dímun 50 tús.kr.

 

Um útoyggjastuðul

Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

Ávísar treytir eru fyri at veitast kann stuðul. Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Harumframt skal m.a. greiðast frá hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja.