30.05.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Vinnuferð í Fjareystri

Vinnuferð í Fjareystri

12.-16. mai vóru 7 føroyskar fyritøkur á vinnuferð í russiska fjareystri. Endamálið við ferðini var at kanna møguleikarnar fyri størri samhandli millum føroyskar fyritøkur og fyritøkur í ávikavist Kamchatka, Vladivostok og Sakhalin, har fiskivinna hevur stóran búskaparligan týdning.

Á ferðini greiddu fyritøkurnar frá sínum virksemi og nýttu høvi at knýta sambond og bjóða fram vitan, vørur og tænastur úr Føroyum. Ferðalagið vitjaði millum annað flakavirki, vinnuhús og búskapar- og vinnumyndugleikar á staðnum, umframt at sonevndir business-to-business fundir vóru á skránni.

Sendistovan í Moskva skipaði fyri ferðini. Bjørn Kunoy, sendimaður, stóð á odda fyri ferðalagnum, sum eisini taldi 14 føroysk vinnuumboð. Landsstýrið hevur seinastu tvey árini raðfest átøk og marknaðarføring á nýggjum marknaðum til tess at økja um vakstrarmøguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi.

“Tað er umráðandi, at myndugleikarnir og vinnulív í Føroyum arbeiða saman fyri at sleppa inn á nýggjar marknaðir. Luttakararnir merktu áhuga fyri Føroyum og lata væl at ferðini. Allar fyritøkurnar eru komnar aftur við nýggjari vitan og tað er ikki ósannlíkt, at hjá onkrum teirra fer okkurt ítøkiligt at spyrjast burturúr,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Fyritøkurnar Vónin, GreenIQ, KJ Hydraulik, MPTeknik, RockTrawlDoors, Oilwind og Berglon vóru við á ferðini.