08.03.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Vinnuferð til Ísrael

Vinnuferð til Ísrael

Sendistova Føroya í Ísrael og Uttanríkis- og mentamálaráðið skipa í døgunum 22-26 mai fyri vinnuferð til Ísrael. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, stendur á odda fyri ferðini.

Á skránni fyri ferðina er m.a. vinnuvitjanir, framløgur um vinnulív í Ísrael og B2B tiltøk. Eisini verður hátíðarhald á Sendistovu Føroya í sambandi við, at sendistovan er latin upp.

Fyribils skrá fyri ferðina er at finna her.

Til ber at tillaga fráferð úr Føroyum og Ísrael til tørvin hjá einstøku luttakarunum.

Kostnaður fyri ferðina er úr 25.000 kr. fyri hvønn.

Meira kunning um vinnuferðina fæst við at venda sær til sendistovuna í Tel Aviv, Áki Johansen, Tel. 55 61 16, akij@ummr.fo

Tey, ið ynskja at luttaka á ferðini, kunnu tekna seg við at venda sær til 62N Vígdis Joensen Tel. 34 00 10, vigdis@62n.fo

Seinasta freist fyri at tekna seg er tann 28. mars 2022.