07.03.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Vinnunevndin í Alþinginum kunnað um føroyska alivinnu, landbúnað og nýskapan

Vinnunevndin í Alþinginum kunnað um føroyska alivinnu, landbúnað og nýskapan

Vinnunevndin í íslendska Alþinginum vitjaði í dag Høgna Hoydal, landsstýrismann í Uttanríkis- og vinnumálum.

Landsstýrismaðurin segði frá týdninginum av føroysku alivinnuni, framtíðar møguleikum og avbjóðingum. Hann legði í hesum sambandi dent á reglurnar og eftirlitið, sum skulu tryggja, at alivinnan kann vaksa, uttan ov stór árin á vistskipanina. At fiskurin er størri áðrenn hann kemur í ringarnar á sjónum, og frambrotini sum nú verða gjørd við aling í lokaðum eindum, bera boð um vøkstur og varandi aling.

Síðani kunnaði landsstýrismaðurin um landbúnaðin, og um ætlanirnar hjá samgonguni at vaksa um landbúnaðarframleiðsluna, so at til ber at innflyta minni av landbúnaðarvørum.

Liður í hesum er at bøta um stuðulsskipanirnar í landbúnaðinum, eitt nú til grønmetisframleiðslu, og eisini at økja eftirspurningin við at eggja almennum køkum til at brúka stuttfluttar matvørur.

Fundurin endaði við umrøðu av nýskapan í Føroyum. At skapa tað stóra úr tí smáa. Og at síggja, menna og hjúkla um tað smáa í tí stóra. 

Vit hava nakrar sera stórar, sterkar og nýskapandi fyritøkur í Føroyum, sum virka og menna í tøttum samstarvi við granskingarstovnar og myndugleikar.

Og so er eitt vaksandi tal av smærri fyritøkum. Fleiri sum veita til ali- og fiskivinnuna, og so hinar sum bróta heilt upp úr nýggjum.

Hesar hava allar stóran týdning fyri vøkstur og trivnað, og verða tí høgt mettar, eisini í politisku raðfestingunum. 

Høgni Hoydal nevndi dømi um filmsvinnuna, sum seinnu árini hevur fingið betri karmar, eisini við íblástri úr Íslandi, tónleikavinnuna og aðrar skapandi vinnur. 

Hann nam eisini við Talgildu Føroyar, sum hava víst, at tað í lítla landinum ber til at skapa eins framkomnar og tryggar loysnir og í størri samfeløgum, bæði skjótari og bíligari.

Øll vóru á einum máli um, at møguleikar fyri at vaksa um góða samstarvið landanna millum eru sera stórir, og at vit eiga at nýta teir til fulnar.