Alilóggávan broytast

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Eigaramark, alifirðir, serligar reglur fyri Suðuroy, meginreglur fyri tillutan av aliloyvum, útlendskur kapitalur)
Frágreiðing

Endamálið við broytingunum í alilógini er at fáa eina meira greiða og hóskandi lóg í samsvari við endamálini við lógini, t.e. at skapa karmar fyri burðardyggari menning av alivinnuni, kappingarføri og lønsemi.

Eitt av endamálunum við lógaruppskotinum er at nágreina, hvørji loyvi telja við í eigaramarkinum, og samstundis loysa meira upp fyri teimum bindingum, sum liggja í galdandi lóg um eigaramark og nýtslu av firðum og sundum til aling, fyri at skapa størri møguleikar fyri vøkstri og menning í alivinnuni.

Ummælisfreistin er farin
27.06.2017
Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Øki
Alivinna
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
01.06.2017
Samband
16/00655
Málsviðgjørt
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v. m..pdf Skjal 1 Javntekstur til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingsló....pdf Notat Kappingareftirlitið.pdf 161205 PwC Memo eierskapsbegrensninger versjon sendt (003).pdf