Broyta lógina um embæti og størv í fólkakirkjuni

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni (Prestur eftir § 16 og kirkjuráðsarbeiði)
Frágreiðing

Orsøkin til, at lógaruppskotið verður gjørt, er, at í sambandi við fyrireikingarnar til, at gudfrøðingur av fyrsta sinni varð prestvígdur við atliti at tænastu hjá fríum, kirkjuligum felagsskapi, fyrst og fremst, varð komið eftir einum ótilætlaðum virknaði í lóggávuni:

Sum galdandi lóggáva er orðað, fær prestur eftir § 16 rættindi og skyldur sum kirkjuráðslimur í øllum kirkjuráðunum í prestagjaldinum á nett sama hátt sum vanligur sóknarprestur, hóast hann einans fær avmarkaða skyldu at virka í tí, og ikki fær løn fyri hesa tænastu. Hetta er alt ov stór skylda at leggja á hann, havandi í huga, at tænastan sum prestur verður sjálvboðin og ólønt, og kemur afturat tí fulltíðarstarvinum, sum er fortreyt fyri prestvígsluni.

Við lógaruppskotinum verða skyldurnar sum kirkjuráðslimur hjá presti eftir § 16 tiknar av, og rætturin at taka lut á kirkjuráðsfundi settur í staðin.

Ummælisfreistin er farin
05.02.2018
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Øki
Kirkjumál
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
29.01.2018
Málsviðgjørt
Mentamálaráðið
Tak niður
Uppskot til ll. um broyting í ll. um embæti og størv í fólkakirkjuni at eftirkanna - 29.01.17.pdf