Broyta lógina um keyp og sølu av fastogn

Heiti
Uppskot til Løtingslóg um broyting í løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a. (Undantak frá kravinum um ástøðiligt innlit í og praktiska vitan um ognarmiðlan)
Frágreiðing

Uppskotið hevur til endamáls at lata ognarmeklarum, sum virka á marknaðinum, tá ið lógin kemur í gildi, møguleika at sleppa undan kravinum um ástøðiligt innlit í og praktiska vitan um ognarmiðlan, um tey, eftir eini ítøkiligari meting hjá Skráseting Føroya, mugu metast at lúka treytirnar í § 25, stk. 2, nr. 6-7. Henda meting kann leggja dent á m.a. ástøðiligar og praktiskar førleikar, fingnir í verandi starvi ella øðrum starvi, viðkomandi útbúgvingar ella skeið o.tíl.

Ummælisfreistin er farin
02.02.2018
Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Øki
Fastogn
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
29.01.2018
Málsviðgjørt
Uttanríkis - og vinnumálaráðið
Tak niður
18-00040-10 18-00040-7 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um keyp og sølu av 364764_1_0.pdf