Djóraverndarlógin skal dagførast

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin)
Frágreiðing

Spurningurin um at endurskoða djóraverndarlógina hevur verið frammi við jøvnum millumbilum, men bara smærri broytingar eru gjørdar farnu 30 árini. Lógin er í støðum rættiliga yvirskipað, meðan hon aðrastaðni skipar ávís viðurskifti í smálutir. Samstundis eru hendar stórar broytingar í vinnuligum djórahaldi, m.a. við aling og mjólkarframleiðslu, uttan at hesi viðurskifti eru neyvari skipað í lógini. Húsdjórahaldini eru vorðin færri, men talið av djórum í einstøku djórahaldunum er hækkað. Fiskaaling er vorðin ein týðandi vinna, og nøgdin av alifiski veksur støðugt. Alt fleiri fólk fáa sær kelidjór ella stuttleikadjór, eisini við aling og sølu fyri eyga.

Uppskot til løgtingslóg um djóravælferð hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri djórum, eins og lógin ásetur tær skyldur, sum eru galdandi í viðurskiftunum millum fólk og djór, bæði vill djór og djór, sum eru í varðveitslu hjá fólki. Uppskotið forðar ikki fyri, at fólk hava og brúka djór, men krøv verða sett til røkt, viðferð o.a. Økt vitan um djór og hugburðsbroytingar, sum koma av hesi vitan, fara at ávirka, hvussu lógin verður brúkt og tulkað, og hvussu lógarverkið sum frálíður verður broytt.

Ummælisfreistin er farin
31.01.2018
Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Øki
Djóravælferð
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
10.01.2018
Málsviðgjørt
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um djóravælferð.pdf