Einfaldari og meira tíðarhóskandi matstovu- og skeinkingarvirksemi

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um matstovu- og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)
Frágreiðing

Uppskotið hevur til endamáls at gera reglurnar um matstovu- og skeinkingarvirksemi einfaldari og meira tíðarhóskandi.

Meginendamálið við at skipa hesar reglur í einari lóg er at gera tað lættari at fara undir hesa vinnu, eins og tað verður lættari hjá teimum myndugleikum, sum skulu hava eftirlit við vinnuni, at meta um, hvørt ásettar treytir verða hildnar.

Samstundis er ætlanin er skilja ímillum ymisk sløg av virksemi soleiðis, at ymsar treytir verða settar, alt eftir hvat slag av virksemi, talan er um. Á henda hátt ber til at skilja í millum t.d. matstovur, kaféir, barrir ella vertshús, dansistøð og mentanarhús.

Ummælisfreistin er farin
20.08.2018
Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Øki
Matstovu - og skeinkingarvirksemi
Slag
Lóg
Dagfesting
28.06.2018
Samband
uvmr@uvmr.fo
Málsviðgjørt
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um matstovu- og gistingarhúsvirksemi.pdf