Heimild til at einskilja P/F Postverk Føroya

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at útvega landsstýrismanninum materiella heimild til at einskilja P/F Postverk Føroya.
Síðani Postverk Føroya í 2005 varð umskipað til P/F Postverk Føroya, er marknaðurin bæði í Føroyum og úti í heimi broyttur, og virksemið hjá felagnum tí eisini munandi broytt. Ein alsamt størri partur av inntøkum felagsins koma frá virkisøkjum, ið ikki eru fevnd av veitingarskyldu landsins - virkisøki, har Posta er í beinleiðis kapping við privat vinnurekandi.

Tá hugt verður eftir postvirkseminum í øðrum londum sæst, at postverkini í fleiri londum seinnu árini eru blivin einskild, og í øðrum londum verða fyrireikingar gjørdar til einskiljing. Mett verður, at grundgevingarnar, sum vóru fyri, at landið er eigari av P/F Postverk Føroya, ikki í sama mun eru til staðar longur, og tí verður skotið upp, at landið fer undir eina tilgongd at selja felagið.

Ummælisfreistin er farin
24.05.2018
Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Øki
Postvirksemi
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
19.04.2018
Málsviðgjørt
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um PF Posta.pdf PF Postverk Føroya - Ávegis frágreiðing um einskiljing.pdf