Hoyringarfreistin longd til 19. mars kl. 19. Uppskot um at broyta lóg um tøkugjald til hoyringar.

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu
Frágreiðing

Landsstýrið metir tað verða rímiligt, at alivinnan rindar fyri tann framíhjárætt, sum feløgini hava til at gagnnýta føroysku alifirðirnar. Landsstýrið metir harumframt, at alifyritøkurnar eiga at gjalda lutfalsiga meira, tá laksaprísirnir eru høgir. Tískil er neyðugt at tillaga lógina um loyvisgjald á alivinnuna.

Framleiðslukostnaðurin í alivinnuni er hækkaður munandi seinnu árini. Tí uppstanda støður, har alifyritøkur rinda meira enn 0,5% í loyvisgjaldi, hóast laksaprísurin á heimsmarknaðinum er lægri enn framleiðslukostnaðurin. Samstundis rinda alifyritøkurnar í minna lagi, tá ið laksaprísurin á heimsmarknaðinum er serliga høgur. Hesi viðurskifti tala fyri, at lógin verður dagførd.

Ummælisfreistin er farin
19.03.2023
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Øki
Alivinna
Dagfesting
10.03.2023
Samband
uvmr@uvmr.fo
Tak niður
230307 Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Loyvisgjald Á Alivinnu