Kunngerð um heimaframleiðslu

Heiti
Uppskot til Kunngerð um broyting í kunngerð um framleiðslu og sølu av matvørum, sum ikki eru virkaðar á løggildum matvøruvirki (Heimaframleiðslukunngerðin)
Frágreiðing

Broytingin víðkar kunngerðina til eisini at fevna um grind. Hetta merkir, at grind, eins og onnur óløggild matvøra, kann seljast í handlum og á matstovum, um farið verður fram eftir reglunum í kunngerðini um merking o.a. Aðrar broytingar eru ikki.

Ásetingin í § 1 í kunngerðini verður eftir broytingina soljóðandi:

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri matvørur, sum hava føroyskan uppruna, sbr. tó stk. 2-3, og sum verða seldar við heitinum Heimaframleiðsla, sbr. § 2, stk. 1, nr. 1, til heilsølur, smásølur, matstovur o.a. í Føroyum.
Stk. 2. Matvørur, ið kunnu seljast við heitinum Heimaframleiðsla, eru seyður, neyt, heimafuglur, egg frá heimafugli, villini fuglur, grind, hara, grønmeti og frukt, bæði viðgjørt og óviðgjørt.
Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 1 er loyvt at framleiða og selja heimaframleiðslumatvørur úr innfluttum svínakjøti og innfluttum pasteuriseraðum mjólkarúrdráttum, um hetta er virkað á løggildum matvøruvirki uttanlands, ið lýkur tær ásetingar um m.a. markvirði, sum ES setur.
Stk. 4. Kunngerðin er ikki galdandi fyri durasølu, t.e. søla frá framleiðara beinleiðis til endabrúkara, sbr. § 12 í kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum.

 

Ummælisfreist
18.03.2021
Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Øki
Matvørulógin
Slag
Kunngerð
Dagfesting
19.02.2021
Samband
uvmr@uvmr.fo
Málsviðgjørt
Jóanna Djurhuus
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Heimaframleiðslu