Nýggj kunngerð um starvsfólkaumboðan í parta- og smápartafeløgum

Heiti
Uppskot til kunngerð um starvsfólkaumboðan í parta- og smápartafeløgum
Frágreiðing

Yvirskipaðu reglurnar um starvsfólkaumboðan eru í kapitli 8, §§ 140-143 í vfl. Meðan tær nærri reglurnar um val av starvsfólkaumboðum og mannagongd í sambandi við valið verða ásettar í kunngerð við heimild í § 143 í vfl.

Í staðin fyri galdandi kunngerðir verður skotið upp at seta í gildi nýggja kunngerð, t.e. kunngerð um starvsfólkaumboðan í parta- og smápartafeløgum.

Eftir uppskotinum halda reglurnar í galdandi kunngerðum í høvuðsheitum fram í nýggju kunngerðini við ávísum broytingum og tillagingum.

Samanumutikið eru broytingarnar í uppskotinum í mun til galdandi kunngerðir:

  • Reglurnar um, hvør er at meta sum starvsfólk, verða víðkaðar til eisini at fevna um starvsfólk hjá deildum og dótturfeløgum uttanlands.
  • Reglurnar um val av starvsfólkaumboðum og mannagongd í sambandi við val, verða gjørdar meira liðiligar við tað, at tað í semju millum starvsfólk og leiðslu kann víkjast frá fleiri av reglunum.
  • Reglurnar um felagsumboðan og samtaksumboðan verða í eini og somu kunngerð í staðin fyri tveimum, og verða á føroyskum máli í staðin fyri donskum, og heimildir og tilvísingar í kunngerðini verða til galdandi vinnufelagalóg í staðin fyri til gomlu partafelagslógina og smápartafelagslógina.
Ummælisfreistin er farin
24.05.2018
Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
26.04.2018
Málsviðgjørt
Uttanríkis - og vinnumálaráðið
Tak niður
Upprit um uppskot til kunngerð um starvsfólkaumboðan.pdf Uppskot til kunngerð um starvsfólkaumboðan í parta- og smápartafeløgum.pdf