Uppskot til broyting í løgtingslóg um fólkanøvn

Heiti
Uppskot til broyting í løgtingslóg um fólkanøvn til hoyringar
Frágreiðing

Umsitingin av navnamálum var í 2014 løgd til Umhvørvisstovuna at sita fyri. Tá ið heimildir soleiðis verða lagdar til ein undirskipaðan stovn, kunnu avgerðir hjá undirskipaða stovninum kærast til landsstýrismannin, hvørs avgerð er endalig innan fyrisitingina. Hetta hevur eitt nú havt við sær, at avgerðir, sum navnanevndin tekur eftir navnalógini, kunnu kærast til Umhvørvisstovuna. Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni í hesum somu málum eru ikki endaligar innan fyrisitingina og kunnu kærast víðari til landsstýrismannin.

Fyri at kunna skerja kærurættin fyrisitingarliga krevst beinleiðis heimild í løgtingslógini. Ætlanin er at broyta navnalógina, soleiðis at um landsstýrismaðurin heimilar stovni undir sær at sita fyri heimildum navnalógarinnar, so gerast avgerðir stovnsins endaligar innan fyrisitingina. Í navnalógini í dag er eingin kærufreist. Ætlanin er at seta inn eina kærufreist à 4 vikur.

Landsstýrið hevur eisini fingið áheitanir um at broyta navnalógina, soleiðis at tað gerst møguligt hjá hjúnafeløgum at fáa somu samanseting av millum- og eftirnøvnum. Í dag kann annar hjúnafelagin, við samtykki, fáa ættarnavnið hjá hinum, men tað ber ikki til at hava somu samanseting av millum- og eftirnøvnum.

Viðvíkjandi rættinum hjá giftum persónum at fáa somu samanseting av eftirnøvnum kann ein loysn vera, at loyva hjúnafeløgum, við samtykki frá makanum, at taka millum- ella ættarnavnið hjá makanum sum sítt millumnavn.

Viðmerkingar til uppskotið skulu verða Umhvørvis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 16. januar 2021.

 

Ummælisfreistin er farin
16.01.2021
Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Slag
løgtingslóg
Dagfesting
06.01.2021
Tak niður
Uppskot Til Broyting Í Løgtingslóg Um Fólkanøvn Javntekstur