Uppskot til broyting í løgtingslóg um marknaðarføring til hoyringar
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføringFrágreiðing
Lógaruppskotið hevur til endamáls at áseta reglur um bólkarættarmál í málum um brot á løgtingslóg um marknaðarføring. Bólkarættarmál er eitt serligt slag av rættarmáli, har fleiri einsháttað mál kunnu verða viðgjørd undir einum. Hugtakið bólkarættarmál merkir, at málið snýr seg um individuell, men einsháttað, krøv hjá fleiri einstaklingum, og har Brúkaraumboðið, heldur enn einstaklingarnir sjálvir, er partur í málinum. Hvør einstakur, sum metir seg hava eitt krav, nýtist tí ikki sjálvur at luttaka í rættarmálinum. Bólkarættarmál kunnu sostatt gera tað lættari at leggja mál fyri rættin og við tí stuðla einstaklingum í at royna síni krøv í rættinum.
Hoyringarfreistin er 1. februar 2022.
Ummælisfreistin er farin
01.02.2022Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðiðØki
Handil og marknaðarføringSlag
LøgtingslógDagfesting
18.01.2022Samband
uvmr@uvmr.foTak niður

