Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um frekvensgjøld og ómaksgjøld á radiosamskiftisøkinum til hoyringar

Frágreiðing

Skotið verður upp at lækka prísirnar fyri radioketur, soleiðis at tað verður eitt fast ársgjald á 1.000 kr. fyri frekvensloyvi. Afturat hesum verður álagt eitt árligt gjald fyri hvørt tillutað MHz, sum er ymiskt alt eftir hvat frekvensband talan er um. Um støddina á gjaldinum kann heilt stutt sigast, at jú lægri frekvensband talan er um, tess hægri gerst kostnaðurin fyri hvørt MHz, og umvent.

Uppskotið fær eftir ætlan virknað frá 1. januar 2022. Fjarskiftiseftirlitið hevur víst á, at hetta verður mett neyðugt fyri at tryggja eina munadygga gagnnýtslu av frekvenstilfeinginum til radioketur, soleiðis at veitararnir longu í ár kunnu fara í gongd við menning av undirstøðukervinum, bæði til tess at styrkja radioketurnar millum oyggjar og at taka 5G í nýtslu.

Ummælisfreistin er farin
28.04.2022
Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Frekvensgjøld Og Ómaksgjøld Á Radiosamskiftisøkinum