Uppskot til kunngerð um útbúgving til kokkahjálpara og kokk til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um útbúgving til kokkahjálpara og kokk
Frágreiðing

Kunngerðaruppskotið snýr seg um broytingarnar í yrkisútbúgvingunum til kokkahjálpara og kokk, so øll skúlagongdin kann takast í Føroyum. Við hesum verður gjørligt at fara undir fyrsta skúlaskeið 3 í januar 2023.

Kunngerðin hevur heimild í § 5, stk. 2, § 9, stk. 1 og §§ 12 og 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012, og § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1, § 17, stk. 2 og § 18 stk. 1 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002.

Hoyringarfreistin er fríggjadagin 11. novembur 2022 á middegi.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Uttanríkis- og mentamálaráðið ummr@ummr.fo

Ummælisfreistin er farin
11.11.2022
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
21.10.2022
Tak niður
Kunngerðaruppskot Til Hoyringar Um Kokkahjálpara Og Kokk