Uppskot til løgtingslóg um nettrygd til hoyringar

Frágreiðing

Regluliga frættist um skipanir og fyritøkur, sum verða lagdar lamnar orsakað av netálopum. Ítøkilig dømi, sum geva greiðar ábendingar um áhaldandi vandan fyri netálopum á talgildar skipanir, sum eru grundleggjandi fyri samfelagið, finnast eisini í Føroyum. Til tess at leggja upp fyri áhaldandi váðanum fyri netálopum og ávirkan teirra legði landsstýrið á heysti 2023 fram Nettrygdarætlan 2024-2026, sum hevur til endamáls at skipa eitt hægri nettrygdarstig og at verja kjarnutænastur í okkara samfelag. Nettrygdarætlanin setir átta strategisk mál og tjúgu átøk, sum skulu røkkast í tíðarskeiðnum 2024-2026.

Við uppskotinum um nettrygdarlóg verður miðað eftir at røkka máli nr. 3 um nettrygdarlóg. Ein nettrygdarlóg er samstundis ein fortreyt fyri at røkka øðrum málum í nettrygdarætlanini. Við nettrygdarlógini verður mótstøðuføri styrkt, og betra verður um tilbúgving sambandi við netálop. Nettrygdarlógin er sostatt ein sera týðandi partur av nettrygdarætlanini og okkara førleika áhaldandi at taka við teimum mongu møguleikum, sum talgilding skapar.

Landsstýrið hevur í nettrygdarætlanini 2024-2026 lagt upp til, at nettrygdarlógin fylgir ES-direktivinum um nettrygd, NIS 2. Uppskotið, sum verður sent til hoyringar, er munandi broytt í mun til uppskotið um nettrygdarlóg, sum varð sent til hoyringar í 2024, og byggir í størri mun á NIS 2 saman við einstøkum ásetingum úr øðrum direktivum og lógum. Við at leggja okkum upp at NIS 2 verður mett, at tað ber til at fáa í lag samstarv við skikkaðar myndugleikar uttanlands og atgongd at gagnnýta útbúgvingar, vitan og serfrøði eins og amboð og skipanir.

Við uppskotinum verður skotið upp at seta á stovn ein nettrygdarmyndugleika, sum samskipar nettrygdina í Føroyum, og sum hevur eftirlit við, at kjarnutænastur í Føroyum á skilagóðan hátt eru vardar fyri nethóttanum.

Ummælisfreist
01.12.2025
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Samband
uvmr@uvmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Nettrygd (Nettrygdarlógin)