Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu (heimild at skjóta grágás)
Heimildin at skjóta grágás fór úr gildi 31. mai 2020. Eftir hetta varð víst á, at grágásin, eins og frammanundan, ger seg inn á grasvøkstur, og at hetta hevur við sær fíggjarligan miss fyri tey, sum brúka lendið til landbúnað. Lógaruppskotið hevur til endamáls at minka um henda fíggjarliga miss við at loyva teimum, ið brúka lendið til landbúnað, møguleika at verja lendið og grøði við at skjóta grágás, annaðhvørt fyri at styggja ella drepa, meðan hon er á lendinum.
Lógarbroytingin loyvir, at skotið verður eftir grágás, men grágásin skal framvegis kunna nørast í landinum, og tí er bara loyvt at skjóta, meðan grágásin situr á veltum lendi. Grágásin er sostatt framvegis friðað móti skjóting og veiðu á óveltum lendi. Afturat hesum er ikki loyvt at skjóta grágás, meðan hon bølir á eggum og hevur ungar.

