Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)
Skotið verður upp at avtaka Føroya Vanlukkutryggingarráð og leggja uppgávurnar hjá ráðnum til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita. Á hendan hátt verður nærum øll vitan um arbeiðsóhapp, arbeiðsumhvørvi, skaðar og árin savnað í einum stovni; fíggjarliga og umsitingarliga orkan á arbeiðsmarknaðarøkinum verður gagnnýtt betur t.d. innan journal, bókhald, fíggjarstýring, hagtøl og leiðslu.
Fylgibroytingar skulu gerast í øllum kunngerðum og lógum, ið nevna Vanlukkutryggingarráðið. Talan er um hesar lógir og kunngerðir:
- Anordning nr. 582 af 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatningsansvar
- Løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 29. mai 2017
- Løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 15. mai 2014
- Kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2017 um uppslag av upplýsingum um rættindi hjá sjófólkum og skipsførarum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini
- Kunngerð nr. 3 frá 13. januar 2015 um býtislykil millum tryggingarfeløgini viðvíkjandi tryggingargjaldi og skaða á persón í sambandi við mishald av tryggingarskylduni
- Kunngerð nr. 87 frá 20. juni 2011 um gjald sum Vanlukkutryggingarráðið kann taka fyri vegleiðandi ummæli
- Kunngerð nr. 79 frá 17. juni 2010 um gjalding av útreiðslunum til sjúkuviðgerð og uppvenjing, umframt protesur, v.m., eftir arbeiðsskaðatryggingarlógini
- Kunngerð nr. 80 frá 17. juni 2010 um gjald fyri raksturin av Vanlukkutryggingarráðnum. Inngangur og vanlukkutryggingarráðið og annað
- Kunngerð nr. 158 frá 17. desember 2009 um fráboðan av arbeiðsskaðum, herundir vinnusjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 145 frá 18. desember 2013
- Kunngerð nr. 160 frá 17. desember 2009 um viðtøkur fyri Vinnusjúkugrunnin
- Kunngerð nr. 116 frá 16. september 1996 um gjald fyri avgreiðslu av vanlukkutryggingarmálum, sum broytt við kunngerð nr. 113 frá 11. desember 2008
- Kunngerð nr. 63 frá 11. desember 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við kunngerð nr. 46 frá 12. mai 2010
- Bekendtgørelse nr. 196 af 17. juni 1953 om ulykkesforsikring af arbejdere, der midlertidig beskæftiges i Grønland i virksomheder, der har sæde eller styrelse på Færøerne



