Uppskot til nýggja ársroknskaparlóg umframt uppskot til broyting í grannskoðaralógini, vinnufelagalógini o.a
Heiti
Uppskot til nýggja ársroknskaparlóg umframt uppskot til broyting í grannskoðaralógini, vinnufelagalógini o.aFrágreiðing
Mest týdningarmiklu broytingarnar eru:
- Nýggj ársroknskaparlóg verður orðað á føroyskum máli.
- Ársroknskaparlógin verður tillagað til nýggja roknskapardirektivinum hjá ES (direktiv 2013/34/EU, við seinni broytingum), umframt nýggjastu IFRS-standardar. Hetta merkir fleiri roknskapartekniskar broytingar.
- Nakrir umsitingarligir lættar verða gjørdir fyri fyritøkur, heruppií serliga at støddarmørkini í ársroknskaparlógini verða hækkað. Frameftir skal eitt sindur meira til, fyrr enn føroyskar fyritøkur verða fevndar av mest umfatandi krøvunum í ársroknskaparlógini. Fyri holdingfeløg og íløgufyritøkur, har fíggjarligar inntøkur í minsta lagi svara til nettosøluna, skulu fíggjarinntøkur tó takast við í nettosøluna, tá ið metast skal um, hvønn roknskaparflokk, felagið ella fyritøkan skal gera ársfrásøgn fyri.
- Allar fyritøkur, sum eru fevndar av ársroknskaparlógini, skulu frameftir lata upplýsingar um miðaltalið av heiltíðarsettum starvsfólkum í roknskaparárinum í ársfrásøgnini.
- Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, at fyritøkur, sum eru fevndar av ársroknskaparlógini, frameftir lata Skráseting Føroya upplýsingar um nettosøluna. Komið er enn ikki á mál við endaliga leistinum fyri, hvussu hendan fráboðan kann fara fram, men Uttanríkis- og vinnumálaráðið leggur seg eftir at finna eina skynsama loysn, ið ikki er ov byrðandi fyri fyritøkurnar, sum skulu fráboða upplýsingarnar.
- Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, at fyritøkur, sum eru skrásettar á einum keypsskála, frameftir kunnu lata ársfrásøgnina inn til Skráseting Føroya á enskum máli.
- Nakrar fylgibroytingar og rættingar verða gjørdar í grannskoðaralógini, vinnufelagalógini, o.a.
Ummælisfreist
29.09.2025Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðiðDagfesting
02.09.2025Samband
uvmr@uvmr.fo