Uppskot til samtyktar um góðkenning av rammuavtalu millum Føroyar og ES um luttøku Føroya í ES-skráum og tilhoyrandi protokoll um atlimaskap Horizon Europe

Heiti
Uppskot til samtyktar um góðkenning av rammuavtalu millum Føroyar og ES um luttøku Føroya í ES-skráum og tilhoyrandi protokoll um atlimaskap Horizon Europe
Frágreiðing

Føroyar og ES-nevndin eru komin á mál við samráðingunum um eina rammuavtalu, sum gevur Føroyum møguleika at gerast partur av øllum samstarvsskráum hjá ES, ið loyva atlimaskap fyri lond uttanfyri ES. Í sama viðfangi hava Føroyar og ES samráðst um eina avtalu, sum tryggjar, at føroyski atlimaskapurin í granskingar- og menningarsamstarvinum hjá ES heldur áfram. Skráin hjá ES á granskingar- og menningarøkinum gekk út við árslok 2020. Tískil skal nýggjur sáttmáli gerast við ES um føroyskan atlimaskap komandi sjey árini.

Ætlanin er nú at leggja uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at góðkenna sáttmálan.

Dagførdar treytir fyri samstarv fyri granskingar og menning

Atlimaskapurin í rammuskránni hjá ES fyri gransking og menning gevur møguleika fyri samstarvi og fígging av felags verkætlanum, og gevur góða atgongd til umhvørvið á evropeiska meginlandinum innan vísindi, gransking og menning.

Granskingar- og menningarsamstarvið er ein av høvuðstættunum í samstarvinum millum Føroyar og ES, og føroyska luttøkan er ment nógv síðani Føroyar fingu atlimaskap á fyrsta sinni í 2010.

Fíggjarligu treytirnar í nýggju avtaluni eru tillagaðar, so størri javnvág verður millum gjald og úrtøku. Í nýggja Horizon Europe sáttmálanum verður gjaldsfrymilin fyri Føroyar broyttur til, at gjaldið verður javnað eftir ítøkiligu úrtøkuni.

Víðkaðir møguleikar fyri samstarvi

Nýggi rammusáttmálin er ein týðandi liður í at víðka samstarvið hjá Føroyum við ES, tí sáttmálin gevur Føroyum møguleika at gerast partur av øllum samstarvsskráum, sum lond uttanfyri ES kunnu verða partur av.

Hoyringarfreistin er 17. januar 2022, og kunnu møguligar viðmerkingar sendast elisabethr@ummr.fo og til ummr@ummr.fo

Ummælisfreistin er farin
17.01.2022
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
23.12.2021
Tak niður
Uppskot Til Samtyktar Um Góðkenning Av Rammuavtalu Millum Føroyar Og ES Um Luttøku Føroya Í ES Skráum Og Tilhoyrandi Protokoll Um Atlimaskap Horizon Europe 231221 Fylgiskjal 1 Regulation (EU) 2021 695 Fylgiskjal 2 COUNCIL DECISION (EU) 2021 764