Vinnufyritøkulógin broytast

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í kongligari fyriskipan um ígildissetan fyri Føroyar av “lov om visse erhvervsdrivende virksomheder” (Vinnufyritøkulógin)
Frágreiðing

Skotið verður skotið upp at gera hesar broytingar í kongligari fyriskipan um ígildissetan fyri Føroyar av “lov om visse erhvervsdrivende virksomheder” (Vinnufyritøkulógin):

  • Krav um, at tryggingarvirksemi og bankavirksemi skulu vera í hvør sínum haldfelagsskapi - ávikavist einum tryggingarhaldfelagsskapi og einum peningastovnshaldfelagsskapi.
  • Forðan fyri at Ognarfelag Tryggingartakarann lænir upp á ella setur í veð partabrøvini í tryggingarfeløgunum fyri at skjóta pening inn í ein kreppuraktan banka.
  • Avmarkingar fyri persónsamanfalli í feløgunum í samtakinum.
  • Krav um at samlaða nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna skal hava nøktandi førleikar (kollektivar førleikar).
  • Harumframt verður við uppskotinum til broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi betri samsvar millum váða og kapitalkrøv, umframt at serstøk førleikakrøv verða sett leiðslum í tryggingarhaldfeløgum.
Ummælisfreistin er farin
01.05.2017
Ráð
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Øki
Tryggingarvirksemi
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
06.04.2017
Tak niður
Uppskot til løgtinglóg um broytin í vinnufyritøkulógini.docx