Lógir og lógaruppskot 

Í Lógarsavninum er øll lóggáva, sum Umhvørvis- og vinnumálaráðið varðar av. Meginparturin av lóggávuni er at finna undir breddunum arbeiðsmarknaður, vinna, flutningur og samskifti. Tað ber eisini til at nýta annaðhvørt einfalda leiting ella víðkaða leiting ovast í vinstra horni.

Á Kunngerðaportalinum verða allar lógir og kunngerðir kunngjørdar. Um ivamál eru, ella um samsvar ikki er millum tekstirnar í t.d. Lógarsavninum og á Kunngerðaportalinum, er tað teksturin í Kunngerðaportalinum, sum er tann rætti. 

Á heimsíðu Løgtingsins eru øll lógaruppskot, sum verða løgd fyri Løgtingið. Lógaruppskotini eru at finna í løgtingsárinum, tey eru løgd fram. Í lógaruppskotunum eru viðmerkingarnar til uppskotið, umframt hoyringssvar frá møguligum hoyringspørtum.