Lógir og kunngerðir

Í Lógarsavninum er øll lóggáva, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið varðar av. Meginparturin av lóggávuni er at finna undir breddunum Undirvísing, Mentan, Kirkja, Uttanríkisviðurskifti, Fólkarættur og Mannarættindi. Tað ber eisini til at nýta annaðhvørt einfalda leiting ella víðkaða leiting ovast í vinstra horni.

Á Kunngerðaportalinum verða allar lógir og kunngerðir kunngjørdar. Um ivamál eru, ella um samsvar ikki er millum tekstirnar í t.d. Lógarsavninum og á Kunngerðaportalinum, er tað teksturin í Kunngerðaportalinum, sum er tann rætti. 

Á heimsíðu Løgtingsins eru øll lógaruppskot, sum verða løgd fyri Løgtingið. Lógaruppskotini eru at finna í løgtingsárinum, tey eru løgd fram. Í lógaruppskotunum eru viðmerkingarnar til uppskotið, umframt hoyringssvar frá møguligum hoyringspørtum.

Fyrisitingarheimildir, umsitingarøkið, løgtingslógaruppskot, líkislógartilmælisuppskot, ræði á løgtingsfíggjarlógini og stovnar, hvør landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við og hevur heimild at geva tænastuboð eru at finna í Málsøkjabýtinum.