Uppskot til kommunala ferðavinnuætlan

Skriva hvørja kommunu ætlanin er fyri og, um ferðavinnuætlanin er í fleiri pørtum, hvat øki ætlanin fevnir um. Ætlanin kann eisini verða fyri eitt samanhangandi øki ið gongur um kommunumark. Dømi 1: Ferðavinnuætlan í fleiri pørtum 1) Tórshavnar kommuna /Nólsoy 2) Tórshavnar kommuna / Hestur 3) Tórshavnar kommuna / Hoyvík Dømi 2: Ferðavinnuætlan ið fevnir um meira enn eina kommunu: Skálavík og Húsavík
Lýs hvørji átøk kommunan hevur gjørt, fyri at inndraga allar viðkomandi partar, bóndur, heimafólk, ferðavinnuna á staðnum og onnur.
Lýs í hesum teig, hvørjar farleiðir í økinum eru atkomuligar og hóskandi at nýta hjá almenninginum, bæði bygdagøtur og aðrar farleiðir.
Hvørjar nýggjar farleiðir uttangarðs skulu uppmerkjast í økinum (t.e. umframt bygdagøturnar)? Er neyðugt við fysiskari uppmerking (t.d. prestar og skelti)? Nýggjar gøtur, ið ætlanin er at gera við loyvi frá náttúrufyristingini, skulu lýsast í teigi 4.
Viðheft kort, og møgulig fylgiskjøl, sum vísa leiðirnar. Merki verandi farleiðir við svørtum liti og nýggjar farleiðir við reyðum liti. Vinaliga ger frámerki á kortinum, har sum tørvur er á uppmerking. sí dømi. Kortið skal vera í jpg ella png formati. Møguligt er at viðhefta meira enn eitt kort.
Lýs í hesum teigi, ella í viðheftum skjali, um ætlanin er at gera nýggjar gøtur í haganum. Gevið gætur, at kommunan skal senda Umhvørvisstovuni serstaka umsókn um gøtugerð sbrt. Ferðavinnulógini §7
Viðheft kort sum vísir gøturnar, sum ætlanin er at gera. (jpg ella png format). Møguligt er at viðhefta meira enn eitt kort.
Eru øki í kommununi (bygdir, býlingar ella farleiðir), ið serliga nógv fólk vitja og sum hava tørv á skilhaldsreglum sbrt. §8 í lógini? Lýsi stutt hvar, og hvørjar skilhaldsreglur, kommunan ætlar at seta í verk. (Uppskot til skilihaldsreglur skulu sendast landsstýrinum til góðkenningar fyri seg. Uppskotini verða síðani viðgjørt sbrt. §8, stk. 2, áðrenn tær verða lýstar í kunngerð.)
Viðheft kort sum vísir hvar skilhaldsreglurnar eru (jpg ella png format) Møguligt er at viðhefta meira enn eitt kort.